Eitt, sum skilur kristnu trúnna burtur frá øllum øðrum átrúnaði, er, at tað, sum er heilt sentralt í kristnu læruni, er tengt at nøkrum ítøkiligum søguligum hendingum. Um hesar søguligar hendingarnar ikki hendu, so hava vit onga kristna trúgv; men hendu tær, so merkir tað nakað fyri okkum at taka støðu til.
-- Agnar Falkvard Joensen talar. Upptikið 2. novembur 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.