Í triðja kapitli í Filippibrævinum ávarar Paulus filippimenn ímóti falslærarum, sum hava "rættvísi sína í holdinum". Hóast Paulus hevði meir enn teir allir í holdinum, so metti hann tað alt við skarn, fyri at hann kundi vinna Kristus og verða funnin í honum. Latið okkum vraka ta følsku rættvísina, sum fæst við holdinum og stremba eftir tí sonnu rættvísini, sum fæst frá Kristusi við trúgv!
-- Bjarni Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 24. septembur 2023.