Hesin boðskapur tekur støði í Opinberingini 3, vers 14–22, har Jesus ávarar kirkjuna í Laodikeu; ein ávaring, sum talar beint inn í okkara tíð.
Vit halda okkum ofta verða sterk og rík, men Jesus kann kortini síggja okkum sum fátøk, blind og andaliga nakin.
Hansara áheitan er bæði einfald og bráð. Latið tykkum vegleiða, latið tykkum rætta, og vendið aftur til tað sanna ríkidømið, sum bert kemur frá Honum. “Tann, ið hevur oyra, hoyri.”
--
Agnar Falkvard Joensen talar.
Upptikið 23. novembur 2025 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.