Tá vit tosa um Jesus, er tað aloftast kærleikin og náðin, sum fylla mest. Hetta eigur at vera so!
Men vit eiga ikki at forsøma at tosa um teir avbjóðandi lutirnar, sum Jesus tosaði um. Jesus ynskir nevniliga, at vit skulu bera frukt. Ganga fram í heilagleika.
Jesus tekur ímóti okkum, sum vit eru, men hann ynskir eisini at forma okkum, soleiðis at vit líkjast honum meir og meir.
--
Bjarni Steintún talar.
Upptikið 22. mars 2026 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.